Nú verða milliardirnar til eftirløn staðfestar

Nú verða milliardirnar til eftirløn staðfestar
Tænastumannaeftirlønir ogeftirlønir til løgtings- og landsstýrisfólk eru umleið hálva fjórða milliard kr.
 
25.11.2014 - 07:55

Nú verður rætta og endaliga milliardaskyldan hjá landskassanum loksins verður staðfest, tá tað ræður um tænastumannaeftirlønir og eftirlønarskylduna hjá tí almenna mótvegis løgtings- og landsstýrisfólkum.

Hetta hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sagt við landsgrannskoðaran, sum í mong ár hevur víst á, at umsitingin av tænastumannaeftirlønum hevur ikki verið nøktandi.

Landsgrannskoðarin skrivar nú í síni frágreiðing, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, heldur, at alt arbeiðið verður liðugt fyri ársskiftið, og tá fæst so at vita, hvussu stór milliardaskyldan er hjá tí almenna í tænastumannaeftirlønum og eftirlønum til løgtings- og landsstýrisfólk.

Skyldan til tænastumannaeftirlønir einsamallar eru 3,3 milliardir krónur. Afturat hesum kemur so skyldan til eftirløn til løgtings- og landsstýrisfólk. Sostatt fara tænastumannaeftirlønirnar og eftirlønirnar hjá løgtings- og landsstýrisfólkum at tyngja almennu skuldina við upp móti hálvari fjórðu milliard krónur.

Landsgrannskoðanin hevur fýlst á, at einki er gjørt fyri at leggja upp fyri hesum skyldum, og at ongar metingar finnast av vøkstrinum í landsins útreiðslum til tænastumannaeftirlønir næstu 5, 10 ella 20 árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982