Vilja hava bilar í land í Svínoy

Vilja hava bilar í land í Svínoy
Klaksvíkar býráð hevur heitt á Fíggjarnevndina um at játta tvær milliónir kr. á fíggjarlógini næsta ár
Møguleiki skal vera hjá til dømis Sam at leggja at í Svínoy, tá tað viðrar
 
24.11.2014 - 10:13

Umstøður skulu gerast í Svínoy, so bilferja fær lagt at har.

Tað ætlar býráðið í Klaksvík, sum hevur biðið Fíggjarnevndina hjá løgtinginum um tvær milliónir krónur í fíggjarlógini fyri 2015.

Ætlanin er at gera ein skráa við lendingina á Eiðinum, so til ber at fáa bilar og maskinur í land.

Klaksvíkar kommuna og Landsverk hava arbeitt saman um at fáa møguleikar hjá bilferju, til dømis Sam, at leggja at í Svínoy, tá tað viðrar.

Eitt uppskot um verkætlan er gjørt, og nú hevur Klaksvíkar kommuna søkt landið um tvær milliónir krónur næsta ár til arbeiðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV