Nú skal kannast, hví Hammarskjøld doyði

Nú skal kannast, hví Hammarskjøld doyði
Flogfarið við ST-aðalskrivaranum, Dag Hammarskjøld, datt niður í 1961, men tað er framvegis ógreitt, hví vanlukkan hendi
 
24.11.2014 - 09:03

Svenska stjórnin hevur sett sær fyri at fáa greiði á, hví flogfarið, sum Dag Hammarskjøld var við, datt niður í 1961. Dag Hammarskjøld var ST-aðalskrivari, tá vanlukkan hendi.

Tað er framvegis ógreitt, hví vanlukkan hendi, og tað skal greiði fáast á, sigur Annika Søder, aðalstjóri í svenska uttanríkisráðnum.

Flogfarið, sum Dag Hammarskjøld var við, datt niður í fyrrverandi bretska hjálandinum, Norðurrhodesia, sum í dag er Zambia.

Vanlukkan hendi náttina millum 17. og 18. september í 1961, og 16 fólk lótu lív.

Á veg til friðarsamráðingar

Hammarskjöld var á veg til friðarsamráðingar í núverandi Kongo, tá flogfarið datt niður.

Fyrstu kanningarnar bendu á, at flogskiparin gjørdi eitt mistak. Onnur vilja vera við, at tað vóru leiguhermenn, sum skutu flogfarið niður, tí Hammarskjøld stuðlaði nýggju stjórnina í Kongo.

Í apríl mælti núverandi ST-aðalskrivarin, Ban Ki-moon til, at málið verður kannað av nýggjum, eftir at ein altjóða nevnd av advokatum í fjør mælti til at gera nýggjar kanningar av málinum.Teir komu m.a. til, at loynilig skjøl hjá amerikansku fregnartænastuni kunnu varpa ljós á, hví flogfarið datt niður.

Svenska blaðið Dagens Nyheter skrivar, at 15. desember verður málið um Dag Hammarskjøld umrøtt í ST, eftir upplýsingar um, at flogvanlukkan var fyrireikað fyri at beina fyri Dag Hammerskjøld. Og tá skal ST taka støðu til, um málið skal kannast av nýggjum.

Dag Hammarskjøld var 56 ár, tá hann doyði, og hann er einasti aðalskrivari í ST, sum er deyður í embætinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151