- Tíðindi, mentan og ítróttur
Motorarnir til Sildberan komu í triðju eykajáttan
Ikki fyrr enn triðju ferð, biðið varð um pengar til Sildberan, kom ísetingin av nýggjum motorum í løgtingið.
Løgtingið varð biðið um eykajáttan til Skúvoyarskipið í september í fjør, í fíggjarlógini fyri 2014 og so aftur í eykajáttan í mars í ár.
Í uppskotinum um eykajáttan í mars í ár, skrivar Strandferðslan, at tað "letur til, at ísetingin av nýggju motorunum av misgáum ikki er komin við í játtanarumbønina”.
Landsgrannskoðanin heldur tað vera undrunarvert, at íseting av motorunum ikki varð tikin við í kostnaðarmetingina, fyrr enn biðið varð um eykajáttan í mars 2014, tí umbønir um játtanir til sama mál høvdu verið viðgjørdar í løgtinginum tvær ferðir áður.
Enn eitt dømi um strævna samskiftið millum Vinnumálaráðið og Strandfaraskip landsins sæst í ársfrágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini fyri 2013.
Nógv samskifti
Í oktober í ár greiðir Vinnumálaráðið frá, at Vinnumálaráðið eisini undraðist stórliga á, at ein slík sjálvsøgd útreiðsla ikki er tikin við.
Vinnumálaráðið hevur havt nógv samskifti við Strandfaraskip landsins um júst Sildberan og fingið nógvar detaljeraðar útgreiningar av kostnaðunum.
Sambært Vinnumálaráðnum framgongur tað ikki av nøkrum av hesum samskifti, at kostnaður fyri íseting av motorum ikki var við.
Tvørturímóti hava Strandfaraskip landsins mótvegis Vinnumálaráðnum og Fíggjarnevndin váttað, at umbidna játtanin eftir bestu sannføring fór at halda.
Vinnumálaráðið heldur als ikki, at hetta er nøktandi, endurgevur Landsgrannskoðanin í frágreiðing sínari.
Vinnumálaráðið sigur, at 5,1 mió. kr. eru bókaðar á kontuni hjá Sildberanum í ár, hóast játtanin er 4,6 mió.kr.
Vinnumálaráðið hevur biðið Strandfaraskip landsins kanna málið nærri og venda aftur til Vinnumálaráðið.