- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava kannað 17 túrar hjá føroyskum skipum
Skotski fiskimálaráðharrin, Richard Lochhead, vil ikki hava sitandi á sær, at skotska fiskiveiðieftirlitið ikki røkir skyldu sína og kannar føroysk uppsjóvarskip, sum fiska við Hetland.
Næst seinasta sunnudag fekk Christian í Grótinum boð um at fara til Lerwick, og fríggjamorgunin fekk Næraberg boð um at fara inn í Lerwick.
Sambært heimasíðuni Shetnews er samband millum kanningarnar hjá fiskiveiðieftirlitinum og politiska trýstið á eftirlitið.
Hetlendski limurin í skotska parlamentinum, Tavish Scott, hevur skuldsett fiskiveiðieftirlitið fyri ikki at gera arbeiði sítt til frama fyri skotsku uppsjóvarvinnuna.
Nógv føroysk skip kannað
Men hesum vísir Richard Lochhead, ráðharri, aftur. Hann sigur, sambært Shetnews, at nógv tey flestu føroysku skipini, sum hava roynt í skotskum sjógvi, eru kannað. Ráðharrin sigur, fiskiveiðieftirlitið hevur kannað 17 av 21 túrum hjá føroyskum uppsjóvarskipum í skotskum sjógvi.
Skotsk skip verða verri enn so kannað so ofta, sigur ráðharrin eisini. Skotar eru í øðini inn í ES, tí ES gjørdi eina avtalu um makrel við Føroyar, sum sambært fiskimonnum og politikarum í Skotlandi gav Føroyum alt ov nógv.
Næraberg var bara slakar tríggjar tímar í Lerwick fyrrapartin fríggjadagin og kom á Kollafjørð leygardagin.