- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiða við møguleikum at leiga havrannsóknarskip
Arbeiða við møguleikum at leiga havrannsóknarskip
12 milliónir kr. eru settar av í 2017
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/magnus_heinason1.png?itok=kkjcVVk2)
Magnus Heinason verður álitið hjá Havstovuni eina tíð afturat
17.11.2014 - 14:08
Fiskimálaráðið arbeiðir við ymsum møguleikum at leiga havrannsóknarskip.
Tað upplýsir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svari til fíggjarnevndina, sum hevur spurt um málið, nú ætlanin um, at tað almenna sjálvt skal byggja skip, er slept.
12 milliónir krónur eru settar av at leiga havrannsóknarskip frá 2017 at rokna.
Seinasta kostnaðarmetingin at byggja nýtt havrannsóknarskip var góðar 200 milliónir kr., men trupult er at fáa rætta prísin, áðrenn arbeiðið verður boðið út.
Jacob Vestergaard sigur, at í langtíðar íløgukarminum er ikki lagt upp til, at tað almenna skal byggja havrannsóknarskip.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV