Heimsins besti undir illgruna

Heimsins besti undir illgruna
Heimsins besti badminton-spælari, Lee Chong Wei úr Malaysia, er - eftir øllum at døma - fangaður í at brúka ólóglig stimbrandi evni
 
08.11.2014 - 16:36

Hetta skrivar heimasíðan hjá Danmarks Radio. 

Malaysiska badminton-sambandið noktar at almannakunngera navnið á spælaranum, sum hevur brúkt doping, men alt bendir á, at tað er Lee Chong Wei. 

Positiva doping-royndin av malaysiska spælaranum varð tikin til undir heimsmeistara-kappingini í Danmark í august. Positiva B-royndin varð tikin í Oslo 

Tað er evnið dexa-metha-sone, sum er funnið í royndini. Malaysiska badmintonsambandið hevur roynt at ført fram, at evnið varð lógliga nýtt í sambandi við viðger av einum skaða tann 17. juli, og er ikki farið úr kroppinum aftur. 

Silvurvinnari frá Olympisku leikunum hevur ligið nummar eitt á listanum yvir heimsinsbestu badminton-spælarar seinastu 5 árini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949