Løgmaður spurdur eftir vitjan í Mjørkadali

Løgmaður spurdur eftir vitjan í Mjørkadali
Umstøðurnar hjá fangunum í Mjørkadali eru ikki góðar, sigur Rigmor Dam, løgtingskvinna, sum saman við øðrum løgtingsfólkum hava verið í Arrestini.
Arresthúsið í Mjørkadali er varðhald. Har eru tí fólk, sum eru skuldsett fyri grovastu brotsgerðir, og fólk, sum eru dømd fyri brot á ferðslulógina til dømis.
 
30.10.2014 - 09:59

Trivnaðarnevndin og Rættarnevndin hjá løgtinginum hava vitjað Arrestina í Mjørkadali.

Rigmor Dam, næstforkvinna í Trivnaðarnevndini, sigur eftir ta vitjanina, at umstøðurnar eru ikki góðar hjá teimum, sum noyðast at vera har.

Millum annað hava tey einki arbeiði havt í summar. Og umstøður eru ikki at íðka ítrótt.

Rigmor Dam hevur sett Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, sum umsitur løgmálini í landsstýrinum, nakrar spurningar um umstøðurnar hjá fangum í arrestini í Mjørkadali. 

Øll saman 

Í Føroyum noyðast fangar við smærri dómum, sum í Danmark høvdu verið í opnum fongsli,at vera í Mjørkadali undir somu treytum sum varðhaldsfongslað og fólk, sum eru dømd fyri álvarslig og vandamikil brotsverk.

Ein onnur stór avbjóðing er, sigur Rigmor Dam, at vit hava einki skipað eftirverndartilboð til tey ungu, sum hava brúk fyri at verða loftað, tá tey verða leyslatin. 

Eftirverndartilboð er føroyskt ábyrgdarøki, hóast dómsvald, løgregla og kriminalforsorg eru felagsmál.

Einki fongsul er í Føroyum, bara arrest, tí eru í løtuni seks føroyingar í fongsli í Danmark.    

Rigmor Dam vísir samstundis á, at danskir myndugleikar byggja í løtuni fongsul í Grønlandi fyri 300 mió. kr., tí mett verður, at tað er dupult revsing at noyðast av landinum at sita ein dóm.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. februar
Bolero - Bartok, Hindemith og Rota
187832
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187830
Sunnudag 16. februar
Kallið: Vit mugu kenna ábyrgd
187771
Leygardag 15. februar
Jambalaja - 150225
187814
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762
Fríggjadag 14. februar
Veðrið
187798