Suðurkoreanskir ákærar krevja deyðarevsing

Suðurkoreanskir ákærar krevja deyðarevsing
Í november fellur dómur í málinum, tá ein suðurkoreansk ferja koppaði og 304 ferðafólk og 15 av manningini doyðu.
Suðurkoreanski skiparin Lee Joon-seok
Mynd: Reuters  
 
27.10.2014 - 08:58

68 ára gamli skiparin, Lee Joon-seok,  fór av skipinum áðrenn tað sakk, og var sostatt ikki við í hjálpararbeiðnum, at fáa ferðafólkini av skipinum, skrivar Reuters í morgun

Skiparin, sum er ákærdur fyri manndráp fyri ikki at hava gjørt sítt arbeiði, skal hava deyðarevsing, sigur ein av ákærunum í rættinum. 304 fólk, harav flestu vóru skúlabørn, og 15 av manningini, lótu lív í vanlukkuni. Skiparin gav ferðafólkinum boð um at halda seg í kahúttunum, til onnur boð vóru givin.

Dómurin fellur í november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV