100 tons av ísi á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn

100 tons av ísi á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn
VIDEO: 12 risastór ísstykki eru sett upp á Ráðhúsplássinum, og eru skipað sum ein urskiva. Hetta er listaverk við heitinum "Ice Watch"
Ice Watch á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn
Mynd: DR  
 
27.10.2014 - 10:39

Verkið eitur Ice Watch, og tað er heimskendi íslendski listarmanðurin, Ólafur Eliasson og grønlendski Minik Rosing, sum saman hava gjørt verkið.

IceWatch er íkomið í sambandi við, at Keypmannahavn hesa vikuna er vertsbýur fyri alheims veðurlagstoppfundi. Hetta skrivar heimasíðan knr.gl.

Fleiri 100 granskarar úr nærum 200 londum manna ST veðurlagsnevndina, og granskararnir skulu leggja fram úrslit av arbeiði teirra, um hvussu veðurlagsbroytingar ávirka jørðina beint nú, hvussu vit kunnu steðga ávirkanini og hvussu vit skulu tillaga okkum.

- Men fólk broyta ikki atburð bara við støði í vitan og drúgvum frágreiðingum, sigur Minik Rosing, og tí kann IceWathc á sín hátt geva íblástur til handling.

Ísstykkini viga tilsamans umleið 100 tons, og tey eru tikin í økinum út fyri Nuuk, og sigld við frystibingju til Ålborg, og síðani koyrd við lastbili til Keypmannahavnar.

Ólafur Eliasson sigur, at tað er týdnngarmikið at fólk kunnu nema og merkja veðurlagsbroytingar.

- Upplivingin hjá fólki at hoyra ísin braka og físa meðan hann bránar á Ráðhúsplássinum, ger veðurlagsbroytingarnar ítøkiligar, sigur Ólafur Eliasson.

 

DR hevur gjørt hesa upptøkuna:

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV