Nýtt lóggávuting í Ukraina veljast

Nýtt lóggávuting í Ukraina veljast
Veljarar í Ukraina skulu í dag velja nýtt lóggávuting í landinum. Væntað verður, at flokkurin hjá forsetanum fer at fáa flestu atkvøðurnar á valinum
36 milliónir veljarar í Ukraina skulu í dag velja nýtt lóggávuting í landinum. Flokkurin hjá sitandi forsetanum væntast at fáa eitt gott val
Mynd: AP  
 
26.10.2014 - 09:40

Veljarar í Ukraina fáa nú høvið at velja nýtt lóggávuting í landinum eftir at táverandi forsetin í landinum, Viktor Janukovitsj, varð rikin frá valdinum í februar í ár.

Eygleiðarar vænta, at teir ES-vinarligu flokkarnir fara at fáa flestu atkvøðurnar á valinum í dag. Flokkurin hjá sitandi forsetanum, Petro Porosjenko, er spáddur eitt gott val í dag.

36 milliónir fólk í Ukraina hava atkvøðurætt á valinum í dag, har 438 fólk skulu veljast í lóggávutingið. Umleið 13 prosent hava ikki atkvøðurætt orsakað av ósemjuni við Russland, skrivar AP.

700 eygleiðarar frá OSCE skulu tryggja, at valið í Ukraina í dag fer fram eftir galdandi lógum. Eygleiðararnir skulu eisini tryggja, at valsvik ikki verður framt, tá ukrainar seta sín kross í dag.

Samstundis sum fólk í Ukraina í dag skulu velja nýtt lóggávuting, verður eisini punktum sett fyri stýrinum hjá Viktor Janukovitsj og ófriðinum í kjalarvørrinum, tá hann varð rikin frá, har fleiri enn 3.000 fólk lótu lív.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV