Grønlendingar stúra fyri málinum

Grønlendingar stúra fyri málinum
Fólk í Eysturgrønlandi rópa nú varskó. Tey stúra fyri, at eysturgrønlendska málið og mentanin hvørva undir trýstinum frá Vesturgrønlandi
Fólk í Eysturgrønlandi óttast, at teirra partur av málinum og mentanini hvørva undir trýstinum, tey eru undir frá Vesturgrønlandi

17.10.2014 - 09:18

Á kunningarfundi í eysturgrønlendsku bygdini, Tasiilaq, har 50 fólk møttu, varð niðurstøða gjørd, og hon er greið: íbúgvar í Eysturgrønlandi kenna seg verða fyri myndugleikamissi, og at tey ikki verða viðfarin á sama hátt fólk í Vesturgrønlandi, serliga tá tað snýr seg um málið.

- Íbúgvarnir eru stúrnir fyri málinum, tí ungdómurin í Eysturgrønlandi misskilir eysturgrønlendska málið, og fleiri ung í Eysturgrønlandi duga heldur ikki eystur-grønlendskt, sigur Ida Mathiassen, verkætlanarleiðari fyri semjunevndina.

Íbúgvar eru fyri vanbýti

Ida Matthiasen vísir á, at allar lærubøkur í skúlunum eru á vesturgrønlendskum, undirvísingin er á vesturgrønlendskum og sjálvt gudstænasturnar eru á vesturgrønlendskum.

Íbúgvarnir kenna seg eisini vera fyri vanbýti. Teir halda seg ikki fáa somu tænastu, nú kommunur eru lagdar saman í størri eindir, sigur Ida Mathiassen.

Semjunevndin skal vitja grønlendskar bygdir og býir, og skapa sær eina mynd av grønlendska samleikanum í Eystur- og Vesturgrønlandi. Nevndin kemur saman aftur í Nuuk í januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV