Sleppa at goyma makrel til boykottið er liðugt

Sleppa at goyma makrel til boykottið er liðugt
Reiðarar í ES sleppa at goyma ein fjórðing av makrelkvotuni til næsta ár fyri at sleppa undan russisku handilsforðingunum
Fiskivinnuumsitingin hjá ES hevur loyvt reiðarum at goyma makrel til Russland hevur tikið aftur boykottið móti matvørum úr ES.
 
15.10.2014 - 07:45

ES hevur avgjørt at hjálpa fiskivinnuni í limalondunum, nú Russland ikki keypir matvørur úr ES.

Fiskimálaráðið hjá ES hevur avgjørt at loyva reiðarum at goyma ein fjórðing av makrelkvotuni í ár til næsta ár.

Serliga í Skotlandi fegnast tey um hesa avgerð.

Higartil hava reiðarar í ES kunnað goymt tíggju prosent av makrelkvotuni til árið eftir.

Reiðarar í Skotland siga, at samstundis sum teir ongantíð áður hava havt so stóra makrelkvotu sum í ár minkar útflutningurin 20 prosent, tí útflutningurin til Russlands er hildin uppat.

Nú sleppa skotar at goyma 25 prosent, 72.500 tons, av makrelkvotuni, sum er 290.000 tons í ár, til næsta ár, tá russiska innflutningsbannið væntandi fer úr gildi aftur.    

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV