Atkvøða um loysing frá Spania

Atkvøða um loysing frá Spania
Katalonski landsparturin í Norðurspania, fer at halda alternativia fólkaatkvøðu um loysing frá Spania. Fólkaatkvøða verður 9. november
Um slakar tveir mánaðir fer katalonski landsparturin í Norðurspania at halda fólkaatkvøðu um loysing frá Spania
Mynd: AP  
 
14.10.2014 - 16:32

Tað boðar Artur Mas, leiðari fyri økisstjórnini í Barcelona, frá í dag. Hann sigur, at fólkaatkvøðan verður 9. november. Tilgongdin til fólkaatkvøðuna, sum ikki verður bindandi, hevur ikki verið uttan svørðslag.

Neyðugt hevur verið hjá katalonsku økisstjórini, at broyta orðingina í uppskotinum um umstríddu fólkaatkvøðuna. So seint sum í gjár varð annars boðað frá, at fólkaatkvøðan varð av ongum, og tað fegnaðist spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy, um, og rósti katalonsku leiðarunum fyri tað.

Spanskar stjórnarkeldur siga, at stjórnin er tilreiðar at samráðast um størri sjálvstýri til katalonska landspartin. Men Artur Mas hevur altso nú boðað frá, at hann kemur við nýggjum uppskoti um fólkaatkvøðu um loysing frá Spanina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV