Ódnin Hudhud á veg móti Orissa og Andra Pradesh

Ódnin Hudhud á veg móti Orissa og Andra Pradesh
Yvir 1,1 millión fólk eru flutt burtur, og myndugleikarnir ætla at flyta burtur fimm milliónir aftrat orsakað av ódnini, skrivar The Times of India
Ódnin Hudhud
Mynd: Savnsmynd  
 
12.10.2014 - 15:25

~Í India hava myndugleikarnir flutt yvir eina millión fólk burtur frá heimum sínum, tí tey óttast fyri eini ógvusligari melduródn. Ódnin, sum hevur fingið navnið Hudhud, er á veg móti Orissa og Andra Pradesh.

-Yvir 1,1 millión fólk eru flutt burtur, og myndugleikarnir hava lagt ætlanir um at flyta burtur fimm milliónir aftrat orsakað av melduródnini, skrivar The Times of India.

Melduródnir eru vanligar á eysturstrondini í India hesa tíðina. Í 1999 doyðu 8.000 fólk í Orissa, tá ein melduródn herjaði økið.

 

Upptøka hjá RAW video frá ódnini HUDHUD

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV