Atlantic Petrolium veksur við Orlandoútbyggingini

Atlantic Petrolium veksur við Orlandoútbyggingini
Hetta er síðsta handilssliga stig á leiðini ímóti eini útbygging, har fyrsta framleiðslan verður síðst í 2016, sigur Ben Arabo, stjóri
Kort yvir økið
Mynd: Atlantic Petrolium  
 
09.10.2014 - 08:36

Atlantic Petroleum boðar í dag frá at felagið, saman við fyristøðufelagnum á Orlando leiðini, Iona Energy UK Limited (Iona), hevur undirskrivað allar neyðugar avtalur við CNR International (U.K.) Limited, ið er fyristøðufelag á Ninian Central pallinum, viðvíkjandi framleiðsluni úr Orlando útbyggingarleiðini. Atlantic Petroleum eigur 25% av loyvinum, og Iona hini 75%.

Útbyggingarætlanin fyri Orlando fevnir um at bora ein 3.000 føtur langan horisontalan brunn út frá áður boraða brunninum 3/3b-13z, ið skal útgerðast við tveimum elektroniskum pumpum. Ein undirsjóvarleiðing og leiðingar til streymveiting og stýring skulu leggjast ímillum brunnin og Ninian Central pallin, ið liggur umleið 10 km vestanfyri Orlando leiðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. mars
Morgunlestur hósdagur 6. mars 2025
188661
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681