Einki krav um førleika nú byggikrøvini verða herd

Einki krav um førleika nú byggikrøvini verða herd
Handverksmeistarafelagið saknar førleikarkrøv til teirra, sum skulu standa fyri bygging í framtíðini
Handverk, nýggja byggireglugerðin kemur í gildi á nýggjárinum.
 
08.10.2014 - 07:55

Føroya Handverksmeistarafelag eftirlýsir krøv um fakligar førleikar hjá teimum, sum skulu standa fyri bygging eftir nýggju byggireglugerðini, sum kemur í gildi á nýggjárinum.

Felagið sigur seg vita, at heimild er ikki í verandi byggilóg fyri at seta slík krøv. Felagið heitir tí á Fiskimálaráðið um at virka fyri, at slík heimild at seta førleikakrøv fæst. 

Handverksmeistarafelagið mælir eisini til, at kunngerðin um byggi-reglugerðina ikki kemur í gildi longu 1.januar men 1.juli næsta ár, so kommunur og byggifeløg fáa stundir at fyrireika seg til nýggju krøvini. 

Føroya Handverksmeistarafelag vil harafturat hava Fiskimálaráðið at kanna, um til ber at lúka orkukrøvini í reglugerðini á meira kostnaðareffektivan hátt við ásetingum um tættleika, so slakast kann í krøvunum um bjálving. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. mars
Morgunlestur hósdagur 6. mars 2025
188661
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681