Óvissa um rættarmálið ímóti Eik Bank Danmark

Óvissa um rættarmálið ímóti Eik Bank Danmark
Møguleiki er fyri, at Fíggjarligt støðufesti má steðga rættarmálinum móti gomlu leiðsluni í Eik Bank Danmark. 11 sakførarar royna at steðga málinum
Óvissa er um rættarmálið ímóti fyrrverandi stjórum, nevndarlimum og grannskoðara í kollsiglda Eik Bank Danmark. 11 sakførarar hjá teimum stevndu kravdu í dag í Eystara landsrætti, at málið verður steðgað
 
06.10.2014 - 15:55

Í alt 11 sakførarar hjá fyrrverandi stjórum, nevndarlimum og grannskoðara í kollsiglda bankanum kravdu í Eystara landsrætti í dag at steðga málinum. Grundgevingin er, at Fíggjarligt støðufesti ikki er tann rætti at stevna.

Sakførararnir hjá teimum stevndu vísa til eina reglu í sonevndu Selskabslógini, sum sigur, at avgerðin at stevna einari leiðslu og øðrum verður tikin á aðalfundinum, skrivar epn.dk á netinum.

Tað hendi ikki í hesum førum, siga advokatarnir, sum umboða fyrrverandi leiðsluna í Eik Bank Danmark, ið er stevnd eftir íalt 250 milliónum krónum. Fíggjarligt støðufesti viðurkennir eisini, at so er, men vísir aftur, at vantandi avgerðin er avgerandi fyri, um rættarmálið kann halda fram ella ikki.

Eisini í rættarmálinum um EBH Banka royndu teir, ið vóru stevndir, at steðga málinum - eisini tað førið snúði seg partvíst um, at Fíggjarligt støðufesti ikki er rætti stevnarin. Men Hægstirættur vísti tó hesum aftur í mai 2013, og tí heldur rættarmálið móti fyrrverandi leiðsluni í EBH Banka fram.

Fyrrverandi leiðslan í Eik Banka vísir tó á, at munur er á báðum rættarmálunum. EBH Banki var longu farin á heysin, tá Fíggjarligt Støðufesti tók yvir. So var ikki við Eik Banka. Tríggir landsrættardómarar skulu nú taka støðu til, um rættarmálið um fjórðings milliardina skal vísast aftur ella halda fram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. mars
Morgunlestur hósdagur 6. mars 2025
188661
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681