Forsetaval í Brasilia - eingin fekk meiriluta

Forsetaval í Brasilia - eingin fekk meiriluta
Neyðugt verður við einum umfari aftrat at velja forseta í Brasilia. Einki av teimum trimum valevnunum fekk meiriluta á forsetavalinum sunnudagin
Einki av teimum trimum valevnunum fekk meiriluta á forsetavalinum í Brasilia sunnudagin - heldur ikki sitandi forsetin, Dilma Rouseff, á myndini
Mynd: AP

06.10.2014 - 08:47

Tað er greitt, nú meiri enn 90 prosent av atkvøðunum eru tald. Forsetin, Dilma Rouseff úr sosialistaflokkinum, hevur fingið sløk 42 prosent av atkvøðunum, og hon skal kappast móti sosialdemokratiska valevninum, Aecio Neves, í seinna valumfari.

Neves fekk 34,2 prosent á valinum í gjár. Umhvørvisstríðskvinnan, Marina Silva, fekk bert 21 prosent av atkvøðunum. Líkt er til, at forsetavalið í Brasilia verður sera javnt, siga politiskir eygleiðarar.

Sosialistaflokkurin hevur havt valdið í Brasilia seinastu 12 árini, og seinastu árini hevur Dilma Rouseff verið forseti. Undanmaður hennara, Lula, framdi víðfevndar nýskipanir, sum lyftu teir umleið 40 milliónir brasilianararnar úr fátækradømi.

Lønirnar hækkaðu, og arbeiðsloysið minkaði. Men búskaparlig afturgongd hevur verið í landinum seinaastu tíðina, og dýrtíðin er vaksin. Fyrr í ár mótmæltu brasilianarar í gøtunum, at so nógvur peningur varð nýttur til heimsmeistarakappingin í fótbólti.

Brasilia er størsta demokratiska land í Suðuramerika. 142 milliónir veljarar eru skrásettir í landinum, og tað er skylda at velja.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV