Faroe Petroleum virkar nú eisini í Írlandi

Faroe Petroleum virkar nú eisini í Írlandi
Atlantic Petroleum er við í nýggjari boring í Norra
Bæði føroysku oljufeløgini eru sera virkin uttanlands.
 
06.10.2014 - 10:38

Faroe Petroleum virkar nú eisini í Írlandi.

Felagið hevur fingið trý loyvi at leita eftir kolvetni í Keltiska havinum. 

Faroe Petroleum eigur einsamalt loyvini, og er tí eisini fyristøðufelag. 

Sambært verkætlanunum skal seismikkur viðgerast og tulkast, og jarðfrøðiligar kanningar fyrireikast frá 1.oktober í ár til 1.oktober í 2016. 

Kanningar í tvey ár 

Loyvini fevna um 3.458 ferkilometrar, og dýpið er millum 80 og 110 metrar.  

Tá forkanningarnar eru lidnar um tvey ár, fer Faroe Petroleum at leita eftir øðrum oljufeløgum at vera við, tá borurin skal setast í. 

Hitt føroyska oljufelagið, Atlantic Petroleum, boðar frá í morgun, at farið er undir at bora Ivory brunnin í norskum øki. 

Atlantic Petroleum Norge eigur níggju prosent av loyvinum. Ætlanin er at bora 4200 metrar, og boringin er mett at vara 60 til 90 dagar. 

Hetta er annar brunnurin hjá Atlantic Petroleum í norskum øki     

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. mars
Morgunlestur hósdagur 6. mars 2025
188661
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681