Katólskur kirkjufundur um eymar spurningar

Katólskur kirkjufundur um eymar spurningar
Frants pávi vil hava katólskar biskuppar og kirkjufólk at taka støðu til fosturtøku, fyribyrging, samkynd og hjúnarskilnað.
Hvat skal kirkjan læra, er spurningurin, katolikkar skulu taka støðu til.
Mynd: Savnsmynd  
 
05.10.2014 - 10:56

Frants pávi hevur boðsent tveyhundrað biskuppum at koma í Vatikanið at viðgera nakrar av teimum mest viðkvomu spurningunum í katólsku kirkjuni.

Tað eru spurningar sum fosturtøka, gitnaðarfyribyrging, samkynd og hjúnarskilnað, biskuparnir skulu tosa um, og tað skulu teir ikki bert gera sínámillum, men eisini saman við katólskum kirkjufólki, tí tey vera eisini umboðaði á fundinum. 

Kirkjufundurin ella synodan verður í tvær vikur og næsta ár verður so kalla inn aftur at taka saman um.

Frants pávi segði í gjár, at hann vildi hava biskupparnar at lurta eftir kirkjufólkinum, segði seg vóna, at orðaskiftið fór at vera opið, sannførandi og við atliti til nútíðina.

Meira enn ein milliard katolikkar eru kring heimin og ein kanning, sum Frants í fjør tók stig til, vísti, at meirilutin ikki tekur í álvara kirkjunnar læru um samlegu og fyribyrging.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV