Framvegis ófriðaligt í Hong Kong

Framvegis ófriðaligt í Hong Kong
Myndugleikarnir ávara mótmælisfólkið og siga, at teir fara at síggja til, at skúla og almennar skrivstovur lata upp í morgin.
 
05.10.2014 - 09:45


Nýggir samanbrestir hava verið millum mótmælisfólk og løgregluna í Hong Kong í nátt.

Fólk í túsaundatali vóru úti á gøtunum og mótmæltu, at Kina ætlar sær avgerandi orðið um, hvør skal sleppa at stilla upp til landspartavalið í Hong Kong í 2017. Kravið er, at Kina ikki leggur seg út í valið og at demokratisk viðurskifti skulu valda.

Leiðarin í Hong Kong, Cy Leung, hevur boðað frá, at politiið fer at síggja til, at skúlar og almennar skrivstovur lata upp í morgin.

Áðrenn ófriðurin brast á, hevði stýrið í Hong Kong sagt seg vera til reiðar at tosa við umboð fyri mótmæliðfólkið, men tað varð avlýst, tá samanbrestir tóku seg upp.

Studentarnir hava ákært stjórnina fyri at lata ófriðakroppar leypa á mótmælisfólkið fyri at skapa rok, men tað hevur løgregluovastin avsannað.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV