Mistak í Dallas

Mistak í Dallas
Ein maður, sum var smittaður við ebola, varð sendur heim av einum sjúkrahúsi í Dallas
 
04.10.2014 - 16:15

Hetta hendi, hóast starvsfólkini á sjúkrahúsinum vistu, at maðurin hevði verið og ferðast í Libera, har ebola umfarsjúkan herjar.

Sambært The New York Times vendi maðurin sær til eitt sjúkrahús í Dallas, ti hann var blivin sjúkur, tá hann var komin heim aftur.

Men maðurin varð sendur heim aftur, tí læknanir hildu, at hann hevði fepur orsakað av hálsbruna. Maðurin er nú innlagdur við ebola.

Síðan maðurin varð sendur heim frá sjúkrahúsinum, hevur hann havt samband við umleið 10 fólk, harímillum fleiri børn, sum nú eru í stórum vanda fyri at vera smittað.

Myndugleikarnir hava eftirlit við øllum fólkunum, sum teir vita, at maðurin hevur havt samband við. Eisini er íbúðin, sum maðurin búði í, blivin sóttreinsað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV