- Tíðindi, mentan og ítróttur
Svøríki: Løfven verður forsætisráðharri
132 tinglimir atkvøddu fyri javnaðarmanninum, Stefan Løfven, meðan 49 atkvøddu ímóti 154 tinglimir greiddu ikki atkvøðu, og 14 hildu seg burtur.
Í Svøríki er skipanin, at um minni enn helvtin av tinglimunum, 175, ikki atkvøða ímóti, so er forsætisráðharrin valdur. Tað vóru fyrrverandi borgarligu samgonguflokkarnir sum ikki greiddu atkvøðu.
Ráðaharralistin kunngjørdur í dag
Men tað merkir ikki flokkarnir fara at stuðla stjórnina, sigur talskvinnan hjá Moderatunum, Anna Kinberg Batra.
Sverigedemokratarna, sum er ímóti innflytarum, atkvøddi ímóti Stefan Løfven, sum hevur sagt at hann ikki fer at samstarva við tann flokkin.
Stefan Løfven fer at skipa stjórn saman við Umhvørvisflokkinum, og ráðharralistin verður almannakunngjørdur seinni í dag, sigur nývaldi forsætisráðharrin. hann vil ikki hava Vinstraflokkin við í minnilutasamgonguna, men hann fer at samstarva við flokkin um m.a. fíggjarlógina.