Dalai Lama til Kina

Dalai Lama til Kina
Samráðingar eru millum kinesisku stjórnina og umboð fyri tibetanska andaliga leiðaran Dalai Lama, ið vil sleppa pílagrímsferð til Tibet
Mynd: ap-tíðindastovan  
 
03.10.2014 - 08:28

Dalai Lama hevur ikki verið í Tibet síðani 1959, tá hann flýddi, tí Kina legði Tibet undir kinesiskt vald og gjørdi landið til kinesiskan landspart. Síðani tá hevur Dalai Lama búð í útlegd í Norður-india. 

Dalai Lama er 79 ára gamal og hevði m.a. viljað sloppið at vitja Wutai Shan fjallið í Tibet, sum er tibetanarum heilagt. Og kinesarar eru kanska hugaðir at lata Dalai Lama sleppa at vitja heimlandið.

Hildið verður, at kinesiski forsetin Xi Jinping betur skilir støðu Tibets enn undanmaðurin Hu Jintao. Í hvussu er hevur Xi Jinping, forseti, sagt, at buddisman hevur týdning fyri Kina og kinesiska samfelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV