Her eru tølini: Soleiðis eru Føroyar »deildar«

Her eru tølini: Soleiðis eru Føroyar »deildar«
602 fólk hava í miðal hvønn tíma brúkt høvið, 24 tímar eftir at Visit Faroe Islands byrjaði at marknaðarføra Føroyar sum vetrarferðamál á Facebook
Higartil hava 14466 fólk »deilt« Føroyar á sosiala miðlinum, Facebook, 24 tímar eftir at Visit Faroe Islands klokkan 13 hósdagin byrjaði átakið
Mynd: Skíggjamynd/share.visitfaroeislands.com

26.09.2014 - 13:19

14466 ferðirnar. So ofta er nýggja lýsingarátakið hjá Visit Faroe Islands, ið skal fáa fleiri ferðafólk til landið um veturin, »deilt« á Facebook, har styrkin í átakinum er.

Í miðal er tað 602 ferðir hvønn tíma, nú 24 tímar eru gingnir, síðan Visit Faroe Islands klokkan 13 hósdagin trýsti á knøttin. Talið veksur eisini fyri hvønn tíma, ið gongur.

Sí lýsingarátakið her: Share the Faroe Islands (letur upp í nýggjum kaga)

Brúkarar á Facebook kunnu annaðhvørt »deila« filmin, ið er framleiddur til átakið hjá Visit Faroe Islands, ella brúkarar kunnu snikka til eina av myndunum við egnum teksti.

Aðalmálið við lýsingarátakinum er at økja umsetningin í ferðavinnuni í Føroyum um veturin, so ferðavinnan eisini fær ágóðan av ferðafólkum á vetrartíð, tá lítið virksemi er í ferðavinnuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. mars
Morgunlestur hósdagur 6. mars 2025
188661
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681