Pant í bilum og húsvognum

Pant í bilum og húsvognum
Fiskimálaráðið hevur gjørt uppskot um, at ognarfyrivarni, pant, kann tinglýsast í t.d. bilum og húsvognum
 
17.09.2014 - 15:09

Frá nýggjárinum ber til at tinglýsa ognarfyrivarni í eitt nú bilum og húsvognum. Tinglýsingarlógin verður broytt 1.januar næsta ár.  

Tann, sum til dømis selur ein bil, kann við tinglýstum ognarfyrivarni tryggja sær ognarrættin yvir bilinum til hann er goldin. Og seljarin kann taka bilin aftur, um hann ikki verður goldin.

Tað fer at kosta hálvt prosent av veðtryggjaðu upphæddini at fáa tinglýst ognarfyrivarni, og landskassin fær pengarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817