- Tíðindi, mentan og ítróttur
Havstein Klein prestur í Sandoyar prestagjaldi

Á felags kirkjuráðsfundi heima á Sandi leygardagin innstillaðu kirkjuráðini Havstein Klein sum komandi sóknarprest.
Landsstýrismaðurin í kirkjumálum, Bjørn Kalsø, útnevnir og setir sóknarprestin í embætið.
Havstein avloysir Jákup Reinert Hansen sum sóknarprestur hjá kirkjusóknum í Sandoynni og Skúvoynni. Talan er um 6 kirkjusóknir, og einki annað prestagjald við einum sóknarpresti hevur so nógvar kirkjusóknir, skrivar folkakirkjan.fo.
Innsettur í desember
Í løtuni er Havstein prestur í Fuglafjarðar prestagjaldi, nú Anne Mette Greve Klemensen er í barnsburðarfarloyvi. Ætlanin er, at Havstein Klein verður innsettur við gudstænastu í Sands kirkju 2. sunnudag í advent, t.e. 7. desember 2014.
Í tiðarskeiðnum frá 15. september til 30. november verður Henning Bøgesvang prestur í Sandoyar prestagjaldi. Henning hevur tvær ferðir áður verið prestur har.