Søkja eftir læknum til nýggjan heilsudepil

Søkja eftir læknum til nýggjan heilsudepil
Tvey kommunulæknastørv verða sett við Skálafjørðin 1.januar
Heilsutrygd søkir eftir tveimum kommunulæknum til Skálafjørðin
 
12.09.2014 - 07:48

Heilsutrygd lýsir nú eftir tveimum kommunulæknum til Heilsumiðstøðina í Runavík.

Tríggir kommunulæknar vera í nýggja Skálafjarðar læknadømi. Tvey størv verða sett 1.januar næsta ár.   
5.800 fólk eru í læknadøminum. 

Frá ársbyrjan 2015 verða heilsutænasturnar miðsavnaðar í Heilsumiðstøðini í Runavík. Tó verður viðtala á Strondum tveir dagar um vikuna.

Avtala um heilsudepil 

12.mai í ár undirskrivaðu borgarstjórarnir í Runavíkar kommunu, Nes kommunu og Sjóvar kommunu og landsstýrismaðurin í heilsumálum samstarvsavtalu um at skipa kommunurnar í eitt heilsuøki við einum heilsudepli.

Karsten Hansen, landsstýrismaður, fegnast.
- Júst hetta at skipa Føroyar í stór og sterk heilsuøki við heilsudeplum er sjálvur bulurin í heilsunýskipanini, sigur Karsten Hansen.

Evsta mark at søkja kommunulæknastørvini í Skálafjarðar læknadømi er til 29.september.

Umsøkjarar skulu hava serlæknagóðkenning í almennum medisini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990