- Tíðindi, mentan og ítróttur
Átta kommunulæknastørv leys

Heilsutrygd søkir eftir átta kommunulæknum.
Størvini skulu setast 1. august ella eftir avtalu við Heilsutrygd.
Møguleiki er at søkja størvini saman við øðrum kommunulækna og skipa arbeiðið soleiðis, at talan kann vera um niðursetta tíð, sigur Heilsutrygd.
Í Suðuroyar læknadømi eru tvey størv á Tvøroyri.
Í Suðuroyar læknadømi er serlig skipan, so læknar í føstum starvi fáa eitt hálvt grundgjald eyka omaná lønina.
Í Suðurstreymoyar læknadømi er eitt starv í Læknahúsinum í Gundadali.
Í Vestmanna læknadømi er eitt starv í Kollafirði, tvey størv eru í Skálafjarðar læknadømi, annað á Strondum og hitt í Runavík, eitt starv er í Fuglafjarðar læknadømi, og eitt starv er í Norðoya læknadømi, við Sandin í Klaksvík.
Umsóknarfreistin er 23. apríl.