
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Granskari: Møguleikar fyri heilsugóðum lívi eru ójavnt býttir
Granskari: Møguleikar fyri heilsugóðum lívi eru ójavnt býttir
Tað er ikki av tilvild, hvør hevur ringa heilsu, tí hetta hevur samband við sosialu heilsuna, sigur Vár Honnudóttir, ph.d.-lesandi

Vár Honnudóttir, granskari, er farin at kanna, um sosialur ójavni er í sambandi við heilsu.
08.04.2025 - 13:30
Møguleikarnir fyri heilsugóðum lívi eru ójavnt býttir í Føroyum.
Tað sigur Vár Honnudóttir, ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetrinum, sum er farin at kanna, um sosialur ójavni er í sambandi við heilsu.
Hon brúkar dátur úr stóru "Hvussu hevur tú tað"-kanningini hjá Heilsustýrinum.
Vár Honnudóttir sigur, at tað er ikki av tilvild, hvør hevur ringa heilsu, tí hetta hevur samband við, um fólk eru sosialt væl fyri ella ikki.
Næsta stóra heilsukanningin kemur í 2027, og Vár Honnudóttir væntar, at vit fara at síggja sama sosiala ójavna, tá tað snýr seg um heilsu í Føroyum, um einki verður gjørt.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
08042025_Sosialur_ojavni
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV