Manningarlistin hjá Anitu er í fínasta lagi

Manningarlistin hjá Anitu er í fínasta lagi
Fiskiveiðieftirlitið sigur, at øll krøv í manningarskjalinum hjá Anitu eru hildin, nú Anita eftur er í føroyskum sjógvi
Manningin á Anitu lýkur øll krøv, sigur Fiskiveiðieftirlitið
 
12.09.2014 - 07:39

Alt var í lagi, tá garnaskipið Anita mynstraði í Spania 15.august.

Tað sigur Elmar Højgaard, stjóri í Vørn, eftir at ein nevndarlimur í Fiskimannafelagnum, Axel Hansen, leggur Vørn undir ikki at røkja sína eftirlitsskyldu, tí sambært honum er manningarlistin hjá Anitu ikki í lagi.

Elmar Højgaard sigur, at manningarlistin, sum skiparin á Anitu sendi Fiskiveiðieftirlitinum 15.august vísir, at skipið er mynstrað í samsvari við krøvini í manningarskjalinum fyri Anitu. 

Øll krøv hildin

Fiskiveiðieftirlitið staðfestir, at skiparin á Anitu hevur fylgt galdandi reglum um mynstring til fulnar. 

Og Fiskiveiðieftirlitið hevur kannað Anitu, eftir at hon kom í føroyskan sjógv at royna.

Millum annað var manningarlistin kannaður, og alt var í lagi, eisini heilsuváttanir og trygdarskeið.   

550 listar kannaðar

Elmar Højgaard sigur, at Fiskiveiðieftirlitið kannar ikki upplýsingarnar í hvørjum einasta skipsmanningarlista, áðrenn skipini loysa.

Men síðani 2007 hevur Fiskiveiðieftirlitið kannað yvir 550 manningarlistar hjá føroyskum skipum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
Morgunlestur hósdagur 28.november 2024
184107
Mikudag 27. november
Dansival á Nordlekfundi
184250
Mikudag 27. november
Skratsj 27. novembur 2024
184248
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179