- Tíðindi, mentan og ítróttur
Triði hvør fiskidagur var eftir
Triði hvør fiskidagur var eftir
37 prosent av fiskidøgunum hjá trolarum, línuskipum og trolbátum vóru eftir, tá fiskiárið endaði 31.august
11.09.2014 - 13:45
Triði hvør fiskidagur var eftir, tá fiskiárið 2013-2014 endaði.
37 prosent av fiskidøgunum hjá trolarum, línuskipum og trolbátum vóru eftir, tá fiskiárið endaði 31.august.
4.424 dagar vóru eftir av 11.939 døgum.
Serliga hjá línubátum, millum 15 og 40 tons, vóru nógvir dagar eftir sambært yvirlitinum hjá Vørn. Næstan 70 prosent av døgunum vóru eftir.
Trolararnir brúka flestu dagarnar hjá sær, hjá teimum vóru 26 prosent av fiskidøgunum óbrúktir.
Løgtingið samtykti, at fiskidagatalið í fiskiárinum, sum byrjaði 1.september, er tað sama sum í farna fiskiári.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV