- Tíðindi, mentan og ítróttur
SEV kannar dynamittið í Vági
Av trygdarávum er útbyggingararbeiðið av el-verkinum í Vági steðgað fyrbils, meðan kannað verður, hvussu nógv ósprongt dynamitt liggur fjalt í helluni, og hvussu útbyggingin av Vágsverkinum kann halda fram undir tryggum umstøðum. Eisini er økið avbyrgt og vaktarhald er, so ongin kemur sær inn á økið.
SEV kannar økið í samstarvi við Landsbyggifelagið og spreingiserfrøðing í Noregi. Hellan reinsað og spulað við vatni fyri at fáa yvirlit yvir, hvussu umfatandi økið við ósprongdum dynamitti er.
Men enn eru kanningarnar ikki komnar so langt, at til ber at siga, hvussu nógv dynamitt liggur á økinum, og hvussu nú skal farast fram, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV. Hann sigur, at tað kann taka dagar ella møguliga vikur at kanna økið.
Ligið síðani 1981
Dynamittið hevur ligið undir jørð eystan fyri Vágsverkið síðani 1981, tá SEV bygdi verandi verk. Tað kom til sjóndar, tá grivið varð út fyri at byggja upp í verandi elverk. Hákun Djurhuus veit enn ikki at siga, hvør hevur ábygrdina av dynamittinum, men tað er ein spurningur sum SEV má fáa greiði á, um tað vísir seg, at tað verður kostnaðarmikið at taka dynamittið burtur.
SEV hevur sáttmála við ein arbeiðstakara um arbeiðið at útbyggja Vágsverkið, og tí kann gerast dýrt, um byggingin verður nógv seinkað. Men stjórin væntar og vónar, at útbyggingin kann halda fram skjótt.
Varðin Pelagic krevur meiri streym
Endamálið við útbyggingini er at økja motororkuna á Vágsverkinum. Tað er serliga nýggja uppsjóvarvirkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, sum hevur økt um tørvin á el-orku í Suðuroynni, sigur Hákun Djurhuus.
- Vit seta ein motor upp aftrat, so nóg mikið av el-orku altíð er tøk. Tamarhald er á støðuni, men missa vit ein motor, kann verða trupult at nøkta tørvin, sigur Hákun Djurhuus.
Seinkingin av útbyggingini fer tó ikki at nerva el-veitingina í Suðuroynni, leggur hann aftrat.