- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meta av Fløtum leiðari í Heilsuhúsinum
Meta av Fløtum leiðari í Heilsuhúsinum
Hon fer at standa á odda fyri heilsu- og umsorganartænastunií Tórshavnar kommunu
11.09.2014 - 13:01
Meta av Fløtum er sett sum leiðari fyri Heilsuhúsið hjá Tórshavnar kommunu.
Sum leiðari í Heilsuhúsinum fer Meta av Fløtum at hava yvirskipaðu leiðsluna og ábyrgdina um hendur fyri alla Heilsu- og umsorganartænastuna, - tað er fakliga, fíggjarliga, starvsfólkaliga og fyrisitingarliga.
Meta av Fløtum er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, og hevur leiðsluútbúgving.
Hon hevur drúgvar royndir sum leiðari innan eldraøkið, og hevur verið leiðari á Lágargarði seinastu sjey árini. Frammanundan var hon varaleiðari fyri Suðurstreymoyarøkið í fýra ár, og síðan økisleiðari í eitt ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV