- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dregur út at seta stjóran í tunnilsfelagnum
Tað fer at taka eina tíð aftrat at seta stjóra í partafelagnum Eystur-og Sandoyartunnlar.
Freistin at søkja stjórastarvið var úti 11. august, og tá miðaði felagið ímóti at hava sett stjóran síðst í august mánaði. Men feriutíð hevur gjørt, at tað ikki hevur borið til at fáa allar umsøkjararnar til samrøðu enn.
Brúka neyðugu tíðina
Bergur Poulsen, nevndarformaður í tunnilsfelagnum, sigur, at setanarnevndin fer at brúka ta tíð, tað krevur, at finna rætta stjóran til starvið at reka undirsjóvartunlarnar millum Streymoynna og Eysturoynna og millum Streymoynna og Sandoynna.
20 umsøkjarar vóru til stjórastarvið. Bæði føroyingar og útlendingar hava søkt, og umsøkjarar eru av báðum kynum.
Higartil hava seks umsøkjarar verið til samrøðu, og ætlanin er at hava nakrar setanarsamrøður aftrat, sigur Bergur Poulsen, nevndarformaður í felagnum.