- Tíðindi, mentan og ítróttur
Genta gísli hjá myrkum sinnalagi og hjálparloysi
Nú er filmurin Ludo hjá Katrini Ottarsdóttur liðugur. Hann verður vístur í Norðurlandahúsinum hóskvøldið.
Og frá fríggjadegnum ber til at síggja filmin í Havnar Bio, Atlantis Bio og í Biografinum undir Gøtuni á Sandi.
Seinni í september og fyrst í oktober verður filmurin sýndur í nøkrum biografum í Danmark og á Færøske Biodage á Norðurbryggjuni og í Cinematekinum í Keypmannahavn.
Skrivað, stjórnað og klipt
Katrin Ottarsdóttir hevur skrivað handritið til Ludo og hon er eisini leikstjóri. Harafturat hevur hon klipt filmin.
Høvuðsleikarar eru Lea Blaaberg, Hjálmar Dam og Hildigunn Eyðfinsdóttir.
Upptøkurnar vórðu gjørdar heima á Sandi í august í fjør.
Filmurin kostaði 800.000 krónur at gera.
60 prosent eru úr føroyskum grunnum og frá stovnum og privatum fyritøkum umframt 98 fólkum í sjey londum, sum lótu pengar til verkætlanina.
Eginfíggingin hjá Blue Bird Film hjá Katrini Ottarsdóttur og Hugini Eide er 320.000 kr.,
Genta gísli
Ludo er eitt psykologiskt drama um eina 11 ára gamla gentu, sum er gísli millum myrka sinnalagið hjá mammuni og hjálparloysið hjá pápanum.
Filmurin er um eitt samdøgur hjá ungu familjuni, sum skilst ein vanlig, eydnurík familja, mamma, pápi og dóttir, men skjótt gerst greitt, at okkurt óunniligt er aftanfyri.