Grønland bíðar til næsta ár við Hoyvíkssáttmálanum

Grønland bíðar til næsta ár við Hoyvíkssáttmálanum
Sáttmálin skal eftirmetast næsta ár, og tá verður lættari at taka støðu, sigur landsstýrisforkvinnan
Alega Hammond gav Gunnari Braga og Kaj Leo krakk í Reykjavík
 
03.09.2014 - 07:45

Grønland er ikki til reiðar at gerast partur í Hoyvíkssáttmálanum.

Føroyar og Ísland hava boðið Grønlandi við.

Men eftir ein fund í Reykjavíik í gjár segði Aleqa Hammond, landsstýrisforkvinna, at næsta ár, tá Hoyvíkssáttmálin verður tíggju ár, skal hann endurskoðast.

Tá verður lættari hjá Grønland at taka støðu, tí tá verður greitt, hvørjar royndir, Føroyar og Ísland hava av sáttmálanum.

Vinnan skal spyrjast

Íslendska kringvarpið hitti Alequ Hammond eftir fundin við Gunnar Braga Sveinsson, uttanríkisráðharra, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, í gjár.

Aleqa Hammond, landsstýrisforkvinna, segði eisini við íslendska kringvarpið, at grønlendska vinnan hevur brúk fyri samstarvi í Útnorðri.

Ivaleyst hugsa grønlendsk vinnulívsfólk øðrvísi nú um fríhandilssamstarv enn fyri tíggju árum síðani, tá Hoyvíkssáttmálin kom. 

Umráðandi er, at vinnan er við í viðgerðini í Grønlandi um Hoyvíkssáttmálan, sigur Aleqa Hammond.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008