- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lógaruppskot um at steðga Sea Shepherd-virksemi
Lógaruppskot um at steðga Sea Shepherd-virksemi
Tjóðveldi leggur uppskot fyri tingið um at fyribyrgja ólógligt virksemi hjá felagsskapinum Sea Shepherd í Føroyum
Mynd: KvF
01.09.2014 - 14:25
<p>Virksemi hjá Sea Shepherd í Føroyum skal nú bannast við lóg. Tað er í øllum førum ætlanin hjá Tjóðveldi, boðar flokkurin frá.</p>
<p>Flokkurin fer at leggja uppskot fyri Løgtingið, sum hevur til endamáls at steðga ólógligum virksemi hjá felagsskapinum, Sea Shepherd, í Føroyum.</p>
<p>Einstaklingar og felagsskapir, ið frammanundan hava boðað frá at teir ætla at fremja ólógligt virksemi, verða noktað innferðarloyvi, ætlar flokkurin sambært uppskotinum.</p>
<p>Uppskotið, ið flokkurin leggur fyri Løgtingið, kemur í kjalarvørrinum á hendingini leygardagin, tá grind varð hildin til á Sandi, tá felagsskapurin legði seg út í drápið.</p>
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV