Fíggjarlógaruppskotið fyri 2015 í Løgtingið

Fíggjarlógaruppskotið fyri 2015 í Løgtingið
Um ein mánað skal fíggjarlógaruppskotið fyri 2015 liggja í Løgtinginum. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ætlar at fáa hallið burtur í 2016
Fíggjarlógaruppskotið fyri 2016 skal liggja í Løgtinginum um ein mánað. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ætlar, at fáa hallið burtur í 2016
 
01.09.2014 - 14:07

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at ætlanin er framvegis at fáa hallið í fíggjarlógini burtur í 2016.

Í fíggjarlógunum eru ikki bara tøl fyri árið, lógin er galdandi fyri, men eisini fyri tey bæði árini aftaná. Jørgen Niclasen sigur, at hesa ferð hava aðalráðini fingið boð um at hava neyvari tøl fyri árini 2016 og 2017 enn higartil hevur verið galdandi fyri slík tøl.

Fíggjarmálaráðið fær ikki nýggjastu inntøkutølini hjá landskassanum fyrr enn seinni í september, so ikki fyrr enn tá ber til at gera fíggjarlógaruppskotið liðugt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008