Christiano Ronaldo er best í Evropa

Christiano Ronaldo er best í Evropa
Ikki óvæntað varð tað Christiano Ronaldo úr Real Madrid, sum vann heiðurin sum besti leikari í Evropa
Ein fegin Ronaldo við steypinum
Mynd: UEFA  
 
28.08.2014 - 14:44

Christiano Ronaldo er hin besti. Í januar bleiv hann valdur til ársins leikara í heiminum, og í kvøld varð hann kosin hin besti í Evropa.

Ronaldo hevur staðið seg sera væl í kappingarárinum 2013/2014.

Hann var millum avgerandi leikararnar í Champions League finaluni millum Real Madrid og Atletico Madrid.

 

Ikki óvæntað

Tí kom tað ikki óvart á tey flestu, at hann vann heiðurin frammanfyri Manuel Neuer (Týskland) og Arjen Robben (Holland).

Hóast tað ikki kom óvart á tey flestu, so var Ronaldo sjónliga rørdur, tá hann fekk heiðurin, sum tann besti í Evropa.

Ein journalistur úr hvørjum evropeiskum landi atkvøddu. Leivur Frederiksen úr Kringvarpinum, umboðaði Føroyar.

 

Ronaldo nakað heilt serligt:

29 ára gamli Christiano Ronaldo hevur síðani hann kom til Real Madrid í 2009 tikið nógv met.

Hann er tann leikarin sum skjótast skoraði 100 mál fyri Real Madrid.

Ronaldo er eisini tann einasti Real Madrid-leikarn, sum hevur skorað móti øllum La Liga feløgunum í einum kappingarárið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949