- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanningin verður liðug í hesi tingsetuni
Grein 19 nevndin, sum løgtingið setti at kanna viðurskiftini kring Eik Grunnin, ætlar at koma við eini niðurstøðu í hesi tingsetuni.
Nevndin hevur fund aftur týsdagin, og tá verður hildið fram at orða setningin fyri kanningina. Nevndin skal eisini fáa sær hjálparfólk, sum helst verður ein løgfrøðingur, at ráðgeva sær, tá fólk verða biðin um at geva nevndini frágreiðing.
Sambært lógini skal Grein 19 nevndin kanna viðurskifti í sambandi við virksemið hjá Eik grunninum frá 2002 til 2010, og eftirlitið við grnninum frá 2002 til mai í ár.
Arbeiðssetningurin fevnir tó ikki um revsirættarviðurskifti hjá einstaklingum.
Joen Magnus Rasmussen, formaður í Grein 19 nevndini, væntar, at tað fer at taka drúgva tíð at viðgera málið. Men ætlanin er at koma við eini niðurstøðu í hesi tingsetuni, t.e. í seinasta lagi á ólavsøku.
Trý fólk manna grein 19 nevndina. Hini bæði eru Kristina Háfoss og Helgi Abrahamsen.