Sleppur undan at halda føðingardag í Dómhúsinum

Sleppur undan at halda føðingardag í Dómhúsinum
Nú er greitt, at kanningarstjórin fer at avhoyra løgmann 29. august í staðin fyri 28. august, tá Kaj Leo Holm Johannesen fyllir 50 ár
Løgmaður sleppur undan at halda 50 ára føðingardagin í Dómhúsinum
 
22.08.2014 - 13:07

Løgmaður sleppur at halda sín fimmti ára føðingardag aðra staðni enn í Dómhúsinum.

Sambært upprunaligu ætlanini skuldi Kaj Leo Holm Johannesen avhoyrast í kanningarstjóramálinum um Eysturoyartunnilin hósdagin í næstu viku, tann 28.august.

Og Kári P. Højgaard skuldi avhoyrast dagin aftir, 29.august.

Men 28.august fyllir løgmaður runt, hann fyllir hálvtrýss.

So nú er tíðarætlanin broytt, so Kári P. Højgaard verður avhoyrdur 28.august eittkort til 10 og Kaj Leo Holm Johannesen tann 29.august eitt korter til 11. 

Og mánadagin 1.september skal Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, avhoyrast.

Aðrar avhoyringar eru ikki ásettar. Men kemur okkurt fram um eina viku, sum gevur orsøk til at senda boð eftir fleiri at avhoyra, ger kanningarstjórin tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982