- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES-tiltøk úr gildi - bíða enn eftir Russlandi
ES-tiltøk úr gildi - bíða enn eftir Russlandi
Skrivliga váttanin, sum russar hava lovað føroyingum, er framvegis ikki komin
20.08.2014 - 13:20
ES-stongsilin móti Føroyum, sum hevur vart í eitt ár, fer úr gildi í dag.
Fiskivinnukommisserurin hjá ES, Maria Damanaki, kunngjørdi mánadagin, at ES ógildar tiltøkini í dag, 20. august.
Samstundis sum ES-tiltøkini fara úr gildi, bíða føroyskir myndugleikar framvegis eftir skrivligu váttanini úr Russland, sum skal staðfesta, at Føroyar ikki eru fevndar av innflutningsbanninum har.
Gunnar Holm Jacobsen, deildarstjóri á uttanríkistænastuni í Tinganesi, fekk longu í farnu viku munnliga váttan um, at bannið fevnir ikki um Føroyar.
Men skrivliga váttanin, sum russar hava lovað føroyingum, er framvegis ikki komin, sigur Gunnar Holm Jacobsen í dag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV