- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppskot um at einskilja jørðina kemur í vár
Í vár ætlar landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum, Jacob Vestergaard, at leggja fram uppskot um at einskilja landsjørðina.
Tað stendur í svari til fyrispurning frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi.
1. juli í ár fekk landsstýrismaðurin eina frágreiðing og tilfar frá einum arbeiðsbólki, sum lýsir málið.
Yvirlit yvir jørðina
Arbeiðsbólkurin vísir á, at eins og yvirlit er gjørt yvir alla ta jørð, sum landið eigur, kann eisini verða skrásett, hvat jørð ymsastaðni í landinum verður seld fyri. Hugsanin er, at festijørðin verður seld fyri ein prís, sum kann ásetast við grundarlagi undir hesum skrásettu prísum..
Spurningurin um prísáseting er ikki viðgjørdur ítøkiliga enn, sigur landsstýrismaðurin, men hann viðgongur í svarinum, at ein søla av jørðini í sjálvum sær økir um fíggjarligu avbjóðingarnar fyri keyparan av jørðini.