- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri tilburðir av listeriabakteriu í Danmark
Fýra fólk aftrat eru smittað við listeriabakteriu í Danmark. Tað boðar Statens Serum Institut frá í morgun. Frammanundan eru 20 fólk smittað.
Tey fýra eru eisini øll smittað av rullupylsuni frá Jørn A.
Serumstovnurin kannar í løtuni, um trý onnur eisini eru smittað við somu listeriabakteriu.
Eingin tilburður í Føroyum
Fyribils er eingin sjúkutilburðir staðfestur í Føroyum. Miklagarður í Havn kallaði tó í farnu viku fleiri kjøtvørur aftur. Orsøkin var, at kjøtvørurnar møguliga vóru skornar við somu maskinu í Danmark, sum ein rullupylsa frá fyritøkuni Jørn A.
Fyritøkan Jørn A. er stongd, tí listeriabakterin hevur kravt 12 mannalív.
Listeriabakteria er ikki lívshættislig fyri frísk fólk.