- Tíðindi, mentan og ítróttur
Blákrossheimið verður nú tikið í nýtslu
Blákrossheimið verður nú tikið í nýtslu
Samlaði kostnaðurin er 12 mió. kr.
14.08.2014 - 08:33
Nýggja Blákrossheimið á Nesi verður væntandi tikið í nýtslu tann 19. september.
Seinasta hond verður nú løgd á arbeiðið, skrivar Nes kommuna á heimasíðuni.
Nýggja viðgerðarheimið er umleið 800 fermetrar. Har eru 14 kømur, umframt viðgerðarhøli, felagshøli, venjingarhøli, skrivstovuhøli, køkur og annað.
Samlaði kostnaðurin er góðar 12 milliónir krónur, men nakað verður eisini spart í kostnaðinum, tí nógv sjálvboðið arbeiði hevur eisini verið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV