Føroyar spæla fyrst ímóti Aserbadjan

Føroyar spæla fyrst ímóti Aserbadjan
Føroyska U20 landsliðið í hondbólti spælir fyrsta dystin í IHF-Trophy kappingini ímóti Aserbadjan í dag
Mynd: Leivur Frederiksen  
 
21.05.2014 - 11:18

Fyrsti dysturin hjá føroysku leikarunum í IHF-trophy kappingini í Andorra, verður ímóti Aserbadjan klokkan 17.00 í dag.

Føroyska liðið hevði sína fyrstu venjing í morgun, og sum skilst eru allir leikararnir klárir.

 

Próvtøkur fram um hondbólt

Føroyar mugu tó klára seg uttan tríggjar leikarar í fyrsta dystinum, tí teir eru ikki komnir til Andorra enn.

Julian Olsen,VÍF, Tóraldur Kollsker,H71, og Eirikur Simonsen, Viborg, ganga allir til próvtøku, og tí koma teir ikki fyrr enn í morgin.

Sum skilst er hetta støðan hjá fleiri londum sum luttaka í kappingini. 

 

Kapping fyri smærri hondbóltstjóðir:

IHF Trophy, sum føroyska U-20 landsliðið luttekur í frá 21. til 25 mai, er kapping fyri smátjóðir í hondbóltshøpi. 

Innleiðandi umførini eru í ávikavist Evropa, Pan Amerika, Asia, Afrika og Osiania. 

Síðani er ein kapping, har vinnandi liðini í hvørjum heimsparti kappast.

Føroyar eru í sama bólki sum Aserbadjan, Írland og Andorra. Tvey lið úr hvørjum bólki fara víðari til hálvfinalurnar.

Í hinum bólkinum eru Moldova, Georgia, Stóra Bretland og Albania.

 

Beinleiðis í útvarpinum:

Dysturin millum Føroyar og Aserbadjan byrjar klokkan 17.00, og hann verður beinleiðis í útvarpinum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151