Streymur í Vestmannasundi skal gera streym

Streymur í Vestmannasundi skal gera streym
SEV hevur søkt Jarðfeingi um loyvi at seta sjóvarfalsturbinur upp í Vestmannasundi.
 
07.05.2014 - 07:50

Nú verður enn ein roynd gjørd at fáa streym burtur úr streyminum í Vestmannasundi. 

SEV hevur søkt Jarðfeingi um loyvi at seta sjóvarfalsturbinur upp í Vestmannasundi.  SEV fer í fyrstu atløgu at gera sjóvarfalsroyndir saman við týsku fyritøkuni Voith.

300 kw turbina

SEV og Voith eru samd um, at Voith setir eina 300 KiloWatt sjóvarfalsturbinu upp á havbotninum í Vestmannasundi á einum royndarøki, sum er 3,75 ferkilometrar vítt. Sambært SEV kunnu Føroyar fáa allan sín streym úr sjóvarfallinum eina ferð í framtíðini. Ein meting er, at við Føroyar er eitt GigaWatt av sjóvarfalsorku. Til ber at gagnnýta 150 til 200 MegaWatt, sum eru 15 til 20 prosent, av sjóvarfalsorkuni. Til samanberingar nevnir SEV, at tá mesti eftirspurningur er eftir streymi í Føroyum, ger SEV upp í 45 MegaWatt. 

Felag hevur fyrbils loyvi

Sostatt kunnu allar Føroyar fáa elorku burtur úr sjóvarfallinum eina ferð í framtíðini, um alt hepnast væl, er niðurstøðan hjá SEV. Í fjør gav SEV smápartafelagnum FTPP í Vestmanna fyribils loyvi til at binda í netið hjá SEV á Oyrargjógv. FTPP ætlar at gera streym úr sjóvarfallinum við einum hjóli, sum verður fest við akkeri í havbotnin í Vestmannasundi. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151