Kundin skal ikki gjalda fyri tøkni til avlurting

Kundin skal ikki gjalda fyri tøkni til avlurting
Vinnunevndin hevur lagt fram álit um tekniska partin av avlurtingarpakkanum
 
07.05.2014 - 07:38

Føroyski kundin eigur ikki at rinda fyri, at telefyritøkurnar mugu gera stórar tøkniligar íløgur fyri at veita donsku løgregluni avlurtingartænastur, og landsstýrið skal spyrja donsku stjórnina, um hon ikki kann endurrinda føroysku telefyritøkunum kostnaðin fyri avlurtingarpakkan.

Tað sigur meirilutin í Vinnunevndini, sum mælir tinginum til at útseta gildiskomuna til 1. juli næsta ár, so landsstýrið fær stundir at gera avtalu um pengarnar við stjórnina í Keypmannahavn.

Gongur í tveimum

Vinnunevndin hevur annars býtt seg í ein meirluta og ein minniluta.

Meirilutin, sum er Alfred Olsen, Bjarni Djurholm, Hanus Samró og Janus Rein, hevur tikið til eftirtektar, at uppskotið um nýggju krøvini til telefyritøkurnar í fjarskiftislógini skulu tryggja neyðuga tøkniliga útgerð- og skipanir til avlurtingarpakkan.  
 
Meirlutin sigur tó, at av tí at tað eru so fá, sum  verða avlurtað - revsikarmurin skal vera seks ár - so kann tað ikki vera rímiligt, at rokningin verður send til hvønn borgara í landinum. Og av tí at  nevndin hevur fingið at vita, at løgtingið ikki kann áleggja donsku stjórnini gjald fyri avlurtingarútbúnaðin, so eigur landsstýrið skjótast gjørligt at taka samráðingar upp við danskar myndugleikar, um møguliga at fáa danir at endurrinda útreiðslurnar.

Tilmælið hjá meirlutanum er tí, at tingið samtykkir uppskotið, men við tí broyting, at krøvini ikki koma í gildi fyrr enn 1. juli næstai ár. Meirlutin nevnir einki um KT-trygd ella óvissuna, sum valdar um, hvørt avlurtingarskipanin skal skipast eftir føroysku ella donsku persónsdátulógini.

Løgregla ikki yvirtikin

Minnilutin, sum er Bjørt Samuelsen, Aksel V. Johannesen og Kári P. Højgaard, ásannar, at tøkniligar forðingar eru, sum kunnu gera arbeiðið hjá løgregluni óneyðuga trupult, og er tí ikki ímóti, at telefyritøkurnar fáa høvi at dagføra tøkniliga útbúnaðin. Men minnilutin kann als ikki góðtaka, at føroyski brúkarin skal rinda kostnaðin. Løgreglan er ikki yvirtikin, og gjald og vald skal fylgjast, sigur minnilutin, sum eisini óttast, at kostnaðurin fer at vera kappingaravlagandi, tí íløgurnar fara at tyngja lítlu Vodapone ósamsvarandi nógv, sammett við ta størru fyritøkuna Føroya Tele.

Minnilutin vísir eisini á, at Dátueftirlitið mælir frá at samtykkja uppskotið, so leingi sum ógreiða valdar um, hvørt tað er danska ella føroyska Dátueftirlitið, sum er eftirlitsmyndugleiki og hevur eftirlitsskyldu sambært lógini. Og eisini heldur minnilutin, at trygdarparturin - í hvønn mun viðkvæmar upplýsingar hjá borgarunum verða nóg væl vardar í sambandi við avlurting - eru alt ov illa lýstir.   

Minnilutin vísir annars á allar ógreiðurnar í sambandi við málið um sonevnda avlurtingarpakkan, og mælir løgtinginum frá at samtykkja tað.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151